28 October 2006

Heimurin – Stríðsvøllur ella Spælipláss?

Tað kristna lívið er ein dagligur dystur, eitt støðugt stríð, og tí eiga vit at taka orð Paulusar til Timoteus til okkara og fylgja teimum.

Paulus hevði hesi orð til unga vin sín Timoteus:

o Stríð hitt góða stríð (1. Tim 1:18)
o Ver íðin (1. Tim 4:13)
o Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað (1. Tim 4:16)
o Flýggja frá hesum (peningakærleika)! Stevn eftir rættvísi, gudsótta, trúgv, kærleika, toli, spakføri (1. Tim 6:11)
o Stríð hitt góða stríð trúarinnar, gríp hitt æviga lív (1. Tim 6:12)
o Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur (1. Tim 6:20)
o Skammast ikki við vitnisburðin um Harra okkara (2. Tim 1:8)
o Verð sterkur í náðini (2. Tim 2:1)
o Líð ilt við mær sum góður hermaður (2. Tim 2:3)
o Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi (2. Tim 2:15)
o Flýggja frá ungdómslystunum (2. Tim 2:22)
o Prædika orðið, ver íðin í tí og í ótíð (2. Tim 4:2)
o Ver edrúur í øllum (2. Tim 4:5)
o Royn alt tað tú kanst (2. Tim 4:9, 21)

Don Carson skrivar: “Menniskju reka ikki móti heilagleika. Uttan at vit stremba við hjálp náðinnar, nærkast vit ikki gudsótta, bøn, lýdni fyri skriftini, trúgv og gleði í Harranum. Vit reka móta kompromi og kalla tað tolsemi; vit reka móti ólýdni og kalla tað frælsi; vit reka móti pátrúgv og kalla tað trúgv. Vit fagna vantandi fráhald og kalla tað avslapping; we sløsa okkum til bønarloysi og dára okkum sjálvi til at hugsa, at vit eru sloppin undan lógarlæru; vit glíða mótvegis gudloysi og sannføra okkum sjálvi um, at vit eru frígjørd”.

Trúgvandi vinur:

o Stríðir tú hitt góða stríð?
o Ert tú íðin?
o Gert tú tær ómak?
o Roynir tú alt tað tú kanst?