29 November 2006

Bíblian og samkynd (in Faroese)

Eg ætli ikki at taka lut í tí almenna orðaskiftinum um hetta evnið, men eg vil gjarna á mínum bloggið luta tilfar um evnið, sum er í samsvar við trúnna á, at bíblian, frá permu til permu, er Orð Guds, og er einasta grundarlag at byggja moralskar meginreglur á.

Tað er skuffandi at hoyra fólk, sum siga seg trúgva bíbliuni, avnokta fundamentalar sannleikar um kærleika og kynslív (t.d. Sonja Klein), men tað er eisini gleðiligt at hoyra tey, sum tala fyri bíbliuni, og ikki royna at kroysta nútímans hugsannarháttir inn í bíbliuna.

Góð dømir um tey, sum tala fyri orði Guds eru John MacArthur og Al Mohler.

Klikk her fyri at síggja orðaskifti millum John MacArthur, og Chad Allen, sum er sjónleikari og talsmaður fyri samkynd.

Klikk her fyri at síggja orðaskifti millum Al Mohler og ein lesbiskan prest.

Ein sera góð grein um homoseksualitet út frá bíbliunnar sjónarmiði, er at finna her. Greinin kallast Homosexuality and the Bible.